El-innleggingar

Frá byrjan av, hevur EL-trygd altíð lagt seg eftir at veita eina góða tænastu innan el-innleggingar. Hetta arbeiði umfatar millum annað el-innlegging í sethús, virkisbygningar, skip og bátar.

 

Við okkara royndum og førleika innan el-innleggjan, eru vit altíð klár at geva tær eina hjálpandi hond tá ið títt hús ella virkið, skal byggjast upp ella umvælast. Nógv er at taka støðu til tá ið hús skulu byggjast, og er tað umráðandi, at el-ráðgevingin er á høgum støði.